Ynskir tú at bíleggja vogn frá okkum, ynskja vit í Vøgguni, at tú/tit støkka inn á gólvið, soleiðis at vit fáa vegleitt tykkum á bestan hátt. Tað ber eisini til umvegis telefon, men vandin fyri misskiljing er stórur.
Áðrenn tú bíleggur vogn
Ger tær nakrar tankar, um hvat tað er fyri vognur tú/tit kundu hugsa tykkum. Hvørjar hentleikar skal vognurin hava, hvat eiga tit áðrenn, og hvørjum hava tit tørv á afturat tí. Hetta ger tað lættari fyri bæði teg og okkum sum sølufólk, at vegleiða teg til júst tað tú/tit hevur/hava tørv á.
Hav í huga
Umráðandi er at hava í huga, at vognarnir sjálvdan eru á goymslu, og skulu tískil bíleggjast. Hetta kann taka nakrar vikur, og tí ræður um at vera í góðari tíð áðrenn vognurin skal takast í brúk. Vit plaga at siga 8-10 vikur áðrenn termin.
Tá tú bíleggur vogn
Eru tað fleiri vørur, ið tit hava tørv á, umframt vognin, so eru tit vælkomin at støkka inn á gólvið til vegleiðing ella senda ein teldupost til voggan@voggan.fo við listanum av vørum, sum tú/tit kundu hugsa tykkum. Tá tit hava gjørt hetta snikka vit tær/tykkum eitt tilboð saman, og venda aftur skjótast tilber.
